Tað er bara ein spurningur um tíð, nær Danmark verður rakt av einum yvirgangsálopi. Tað sigur tann viðurkendi svenski yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp við TV2.
-Sum heild er Danmark høgt í metum sum mál fyri yvirgangi, og tað kemst millum annað av Muhammedstekningunum og donsku luttøkuni í Irak og Afghanistan, sigur Magnus Ranstorp.
Hann heldur, at hóast fregnartænastan hjá donsku løgregluni hevur dugað væl at forða yvirgangi tey seinastu árini, so fer tað at eydnast einum minni bólki at sleppa uttan um eftirlitið hjá PET. Og svenski serfrøðingurin er ikki í iva um, hvørjum yvirgangsmenninir fara at søkja at.
-Vit vita frá øðrum álopum, at teir søkja ofta at almennum støðum. Tað kann eitt nú vera flutningskervið, men Jyllands-Posturin, Ráðhúsplássið, Strøget og S-tokstøðir eru eisini hugsandi mál, sigur Magnus Ranstorp við TV2.