Heldur ikki hesaferð verður Danmark við í Eurovisión-finaluni.
Tað gjørdist greitt í hálvfinalu í gjárkvøldið, tá 17 lond kappaðust um 10 finalupláss. Og har var so ikki pláss fyri danska bólkinum Reddi, sum royndi seg við lagnum »The Show«.
Heldur ikki í fjør eydnaðist tað Danmark at vinna sær pláss í Eurovision-finaluni. Tá mátti duo'in Fyr og Flamme eisini gloyma dreymin um at vinna sigurin, tá tey heldur ikki fingu nóg mikið av atkvøðum at sleppa í finaluna.
Hetta er fjórðu ferð síðani 2015, at finalan í Eurovision verður uttan danska luttøku. Í 2020 var showið avlýst vegna koronufarsóttina.
Rókkbólkurin Reddi vann danska melodigrandprix í mars og vann harvið eisini rætt til at umboða Danmark í stóru evropisku songkappingini, sum í ár verður í Torino í Italia.
Veddingarfyritøkur høvdu frammanundan verður heldur ivasamar um møguleikarnar hjá Danmark at koma í finaluna og høvdu í staðin eitt gott eyga til Noreg, Grikkaland og ikki minst Ukraina, sum eisini stríðist um at sleppa víðari.
Og tað eydnaðist hjá teimum øllum.
Ukraina, sum Russlandi gjørdi innrás í í februar, hevur spælt ein høvuðsleiklut í Eurovisiónini longu.
Fleiri serfrøðingar og veddingarfyritøkur halda, at landið kann enda við at vinna – og ikki endiliga tí, at bólkurin Kalush Orchestra ella góðskan av sanginum »Stefania«, sum tey møta upp við – men av tí einfaldu orsøk at landið fær at fáa nógvar sympatiatkvøður.
Hálvfinalan í gjárkvøldið var tann fyrra, hvørs uppgáva er at skera 35 luttakaralond niður á 20. Tann seinna verður í annaðkvøld.
Á hvørjum ári eru fleiri lond, sum fara beinleiðis víðari í finaluna. Tey eru Bretland, Frankaríki, Týskland, Spania og Italia, ið eru tey, ið gjalda størsta partin av Eurovision-gildinum.
Eisini vertslandið – sum í ár er Italia, tí at landið vann í fjør við bólkinum Måneskin – hevur tryggjað eitt pláss.
Seinna hálvfinalan verður send á DR1 í annaðkvøld klokkan 20, sum eisini sendir finaluna leygarkvøldið.
/ritzau/