Theresa Nielsen og Nadia Nadim skutu málini, tá Danmark feldi verandi evropameistarar.
Tað vakti ans í dag, tá donsku fótbóltskvinnurnar vunnu 2-1 á verandi heimsmeistarunum úr Týsklandi.
Theresa Nielsen og Nadia Nadim sendu Danmark í hálvfinaluna við hvør sínum máli. Men fyri Danmark fekk dysturin eina sera ringa byrjan.
Týskland hevur sitið á EM-trúnuni síðani 1995. Í meira enn 20 ár hevur eingin megnað at senda týsku kvinnurnar úr kappingini. Men hetta broyttu donsku kvinnurnar í dag í útsettu fjórðingsfinlauni í Rotterdam.
Stina Lykke í málinum gjørdi at stórt drop eftir eitt meinaleyst langskot í øðrum minutti. Lykke ætlaði at sláa bóltin burtur, men rakti hann skeivt, og so hoppaði bólturin upp hana og inn í málið.
1-0-málið hjá Isabel Kerschowski gjørdi tann frammanundan longu torføra dystin enn torførari fyri undirtippaðu donsku kvinnurnar.
Men Danmark svaraði væl aftur eftir steðgin, tá Nadia Nadim javnaði til 1-1 við einum skallara og kveikti vónina aftur.
Stine Larsen stríddist í høgrusíðu, har hon helt bóltinum. Linjudómarin markeraði fyri týskum frísparki, og Dzsenifer Marozsan og Isabel Kerschowski steðgaðu við at spæla.
Dómarin, Katalin Kulcsar, bríkslaði ikki, og so kundi Stine Larsen renna móti baklinjuni og senda bóltin inn á pannuna hjá Nadim.
Eitt skelkað týskt lið sigldi nú runt í verjuni, og danirnir høvdu nógvar møguleikar at knockouta týska risan.
Donsku kontraálopini gjørdust alsamt vandamiklari, og tey vóru fleiri í tali.
Katrine Veje fekk ein stóran møguleika. Eftir eitt innlegg frá Nadim skeyt hon bóltin á yvirliggjaran.
Tað tyktist, sum um bólturin fyrr ella seinni skuldi í týska málið.
Tá sjey minuttir vóru eftir kom 2-1 málið. Høgri bakkur, Theresa Nielsen, var farin upp í týska brotstegin, og her kundu hon skalla bóltin frá Frederikke Thøgersen í málið.
Danmark hevði enn fleiri møguleikar, men Stina Lykke í danska málinum mátti eisini vísa síni evni.
Danmark skal hósdagin aftur í eldin, annaðhvørt ímóti Eysturríki ella Spania í hálvfinaluni.
/ritzau/










