Danmark seksfaldað innflutningin av gassi úr Russlandi

Seinastu seks árini hevur Danmark økt innflutningin av gassi úr Russlandi í stórum mongdum, vísa tøl frá russiska Gazprom

Seinastu seks árini hevur Danmark økt innflutningin av gassi úr Russlandi í stórum mongdum, vísa tøl frá russiska Gazprom.

 

Felagið Gazprom, sum russiska ríkið hevur tamarhald á, hevur seinastu fimm árini selt alsamt meira nátúrugass til Danmarkar.

 

Her eru tølini í millardur rúmmetrum av gassi:

 

* 2013: 0.3

* 2014: 0.4

* 2015: 0.7

* 2016: 1.7

* 2017: 1.8

* 2018: 1,1 milliardir rúmmetrar ársins fyrstu sjey mánaðir, sum er 11,9 porosent øking í mun til sama tíðarskeið í 2017.

 

Russiska nátúrgassið, sum endar í Danmark, verður sent til Týsklands og haðani víðari til Suðurjýllands gjøgnum sokallaða Ellund-Egtved-sambandið.

 

Danmark framleiðir tó meira nátúrgass í økjunum í Norðsjónum enn teir umleið 2,5 milliardir rúmmetrarnir, sum árliga sendast gjøgnum danska gassnetið.

 

Tí verður nógv størsti parturin av innflutta russiska gassinum als ikki sent út í danska gassnetið, men verður í staðin selt víðari á evropiska gassmarknin og sent víðari niður í Evropa.

 

Nógv tann størsti gassinnflytarin í Danmark frá Gazprom er Ørsted.

 

Orsøkin til, at virkið keypt alsamt meira russiskt gass, er, at Ørsted og Gazprom gjørdu eina avtalu í 2006.

 

 

Tá gjørdu tey bæði orkufeløgini ein lantíðarsáttmála, og tað er orsøkin til økta innflutnignin, sjálvt um Danmark framleiðir meira gass, enn donsku brúkararnir keypa.

 

Kelda: Gazprom, Energinet, Nordstream.

/ritzau/

 

Russiska Gazprom seldi í fjør heila 1,8 milliardi rúmmetrar av gassi til Danmarkar, sum annars sjálvt framleiðir meira gass, enn danir brúka