Grønlendska fíggjarlógin, sum júst er løgd fram, vísir eitt avlop upp á 91 milliónir krónur. Av fíggjarlógarinntøkunum upp á 8 milliardir krónur verður roknað við, at 4,3 milliardir koma sum ríkisveiting úr Danmark. Tað svarar til, at 54 prosent av inntøkunum hjá almenna Grønlandi er beinleiðis stuðul úr Danmark.
Ríkisstuðulin til Grønland í 2024 veksur soleiðis við 4,4 prosentum í mun til 2023, sum kemur av miðal prís- og lønarjavningum á donsku fíggjarlógini.
Danski ríkisstuðulin til Føroyar í 2023 var 616,8 milliónir krónur. Í 2024 verður hann eftir ætlan landsstýrisins 591,8 milliónir krónur - ella góðar 3,7 milliardir minni enn ríkisveitingin til Grønlands.