Danmark og Svøríki spæla um finalupláss

Frakland varpaði favorittarnir úr Kroatia úr kappingini, og nú verður grannauppgerð ímóti Spania

Heimamenninir úr Kroatia vera ikki við, tá ið hálvfinalurnar í EM endaspælinum í hondbólti vera í Zagreb fríggjadagin. Tað varð greitt í kvøld, tá ið Frakland, sum langar løtur hevði onkrar av stuðulsspælarunum á beinkinum, vann 30-27 ímóti vertunum.

Kroatar stríddust fyri lívinum. Tað var nóg mikið hjá teimum at røkka javnleiki. Eftir at teir høvdu verið frammanfyri við seks málum, tódnaði franska leiðslan eina lítla løtu til eitt mál. So glapp aftur, og Kroatia tapti við trimum málum.

 

At Kroatia tapti, ber við sær, at Svøríki heldur fram í kappingini. Fríggjadagin skulu Danmark og Svøríki spæla hálvfinalu, og í hini hálvfinaluni verður mótstøðuliðið hjá Fraklandi Spania, sum vann 31-27 ímóti Týsklandi.