Danmark og Svøríki hava bjartar vónir

At tað oftast eru sera smáir marginalir í hondbólti varð staðfest í gjár, tá ið eingin av teimum trimum dystunum endaði við meiri enn tvey mála sigri

EM kappingin í hondbólti er í hæddini. Í fyrradagin og í gjár varð farið undir mið­um­farið, sum verður avgreitt í Jyllandi. Bólkur 1, har Dan­mark og Ísland lut­taka, heldur til í Herning, og bólkur 2, har Svøríki er eitt av lið­unum, heldur til í Aarhus.
At fyrireikararnir hava ásett at avgerandi umførini skulu vera í Jyllandi er stað­festing av, at tað ikki er í høvuðs­staðarøkinum, at áhugin fyri hondbólti er størstur í Dan­mark. At støðan er so­leiðis sæst eisini aftur í donsku landskappingini, har einki lið í høvuðs­staðnum er partur av toppinum. Nógv er broytt, tí inntil fyri einum 30-40 árum síðani ella so vóru Helsingør, Ajax, Saga, Efter­slægten og HG oftast við í kappingini um DM heitið.
Hesa ferð helt innleiðandi bólkurin hjá Svøríki til í Brøndby høllini. Sviar í stór­um tali valfartaðu um Oyrasund, og við gulum og bláum í hvørjum horni í høllini hevði svenska lands­liðið alla orsøk at kenna seg at vera á heimavølli.
Nú er Svøríki partur av bólki 2 í miðumfarinum. Hesin bólkurin heldur til í Aarhus. Tá ið Svøríki í gjár spældi fyrsta dystin í mið­um­far­inum vóru tað fáir sviar í høllini. Tað er langt, tíðarkrevjandi og kostnaðar­mikið at fara eftir Oyra­sunds­brúnni fyri síðani at seta kós um brúnna um Stórabelt.
At hondbóltur er inten­sivur og undirhaldandi, og at tað kann skifta skjótt sást ikki minst í gjár, tá ið tríggir dystir í miðumfari 2 vóru á skránni. Allir endaðu við sera teprum sigrum.

Norðurlond framvegis væl við
Hóast undirtøkan millum áskoðararnar ikki var tann sama, sum hon var í Brøndby høllini í inn­leið­andi umfar­inum, so royndist fyrsta um­farið í miðumfarinum væl hjá svium. Svøríki spældi ímóti Russlandi, ið ikki eigur ta styrkina, sum russarar áður áttu. Hetta kemst eitt nú av, at fleiri av teimum bestu russ­isku spælarunum hava givið avboð og tískil ikki eru við á EM liðnum.
Sviar eru orduliga á veg upp aftur á tindin, har teir vóru í nógv ár. Ættarliðsskifti bar slakari úrtøku við sær. At tað nú gongur betri aftur er henda kappingin undir­strik­ing av. Svøríki vann 29-27 á Russlandi, eftir at hálv­leiiks­leiðslan var 20-13.
Ferðin hjá svium dalaði eitt sindur eftir steðgin, og so spílaðu russararnir seg út, og ikki minst hevði tað týdning, at russararnir so ofta skoraðu løtt mál eftir skjót álop. Og tá so veteranurin í málinum Igor Levshin mest sum setti propp í, kendist tað mest sum vónleyst hjá teimum bláu og gulu, sum ikki skor­aðu í trettan minuttir. Russ­land legði seg framum 26-25, tá ið tað restaðu sjey min­uttir, og síðstu løtuna var talan um øgiligan spenning, áðrenn svenski sigurin var veru­leiki.
Úrslitið ber við sær, at nú er tað upp til sviar sjálvar at gera av, um teir skulu spæla hálvfinalu.
Í gjárkvøldið brustu tveir at størstu risunum í al­tjóða hondbólti saman í Aarhus. Frakland vann 27-25 á Kroatia. Fyrstu løtuna sá tað ann­ars út til, at Kroatia skuldi vinna. Eftir steðgin var Frak­land omaná. Serliga var tað í skjótum álopum, at Frak­land gjørdi sær dælt. Stóri mað­urin var Nikola Karabatic, sum skoraði síðsta málið, og sum gekk undan bæði í verju og álopi. Sig­urin ber við sær, at nú er Frak­land favo­rittur at røkka í hálv­final­una.
Hitt hálvfinaluplássið sær út til at vera funnið í tætt­ari kapping millum Svøríki, Kroatia og Pólland, sum í gjár var partur av øgiligum drama. Pólland vann 31-30 á Hvíta­russlandi. Pólverjar vóru aftanfyri við fýra mál­um, tá ið tað restaðu tríggir minuttir! Sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaðu tvey sekund!
Lykladystirnir, sum bíða, eru Frakland-Svøríki, Kroatia-Pólland og Pólland og Svøríki.
Russland og Hvítaruss­land hava einki stig í mið­um­farinum, og harvið er møgu­leikin hjá hesum báð­um tjóðunum at røkka hálv­final­uni burtur.

Heilt uppi á tindinum
Danir eru á gosi eftir fram­úr avrikið í Herning leygar­kvøldið, tá ið tað eydnaðist at vinna 31-28 á sponsku heims­meistarunum. Danski venj­arin, Ulrik Wilbek, segði í gjár, at hetta var so góður dystur og so gott danskt avrik, sum tað ber til at ímynda sær, at tað kann verða. Spælararnir vóru púra útlúgvaðir. Spurn­ing­urin er nú, hvussu teir vera fyri, tá ið teir í kvøld skulu spæla ímóti Ungarn.
Ísland vann leygardagin trivaligan 33-27 sigur á Eysturríki. Sum tølini siga, so var talan sum sera sann­før­andi sigur. Hálv­leiks­støðan var 17-9. Síðstu løt­una slakaðu íslendingar av, og tá tódnaði tað nakað. Merkis­vert við hesum dyst­inum var, at venjarin hjá Eysturríki er íslendingurin Patrek Jóhannesson, sum hevur spælt nógvar landsdystir fyri Ísland.
Klokkan 15 í dag skal Ísland spæla ímóti Makedonia. Áhugin fyri landsliðnum er – sum altíð – ógvuliga stórur í Íslandi, so tað verður ivaleyst stuttur arbeiðsdagur hjá nógvum. Mikudagin hittast Danmark og Ísland. Fyrsta treytin hjá íslendingum at røkka hálvfinaluni er, at teir vinna á Makedonia í dag og eisini á Danmark. Fyri Ísland hevur tað stóran týdning, at Danmark í kvøld vinnur á Ungarn. Men íslendingar fáa neyvan nakað frá Danm ark mikukvøldið – uttan mun til hvussu úrslitini verða í dag og kvøld.
Hóast sponsku heims­meist­ararnir leygarkvøldið taptu ímóti Danmark, so er tað fram­vegis upp til Spania sjálvt at gera av, um liðið skal spæla seg í hálvfinaluna. Veg­urin kennist vera bæði slættur og breiður, tí mót­støðu­liðini í dag og mikudagin eru ávikavíst Eysturríki og Makedonia, sum ongan møgu­leika hava at vinna seg víð­ari í kappingini.