Danmark og Ìsland komu gjøgnum nálareygað

Tað verða Danmark, Norra og Ísland, ið umboða Norðurlond í Eurovision Songcontest í Oslo leygarkvøldið.
Svøríki og Finnland vóru bæði send heim aftaná undanfinalurnar.

Tað er fyrstu ferð síðani 1958, at Svøríki ikki luttekur í finaluni, og sviðar eru rættuliga bilsnir yvir at 18-ára gamla Anna Bergendahl ikki slapp víðari. Finnland hevur verið út fyri somu lagnu áður, og aftur í ár vóru sms-atkvøðurnar ov fáar fyri, at finlendarirnir sluppu víðari.

Finalan í ár er í Oslo. Norski Alexander Rybak vann ein rungandi sigur í fjørð, og tí slapp Norra frá at kappast í undanfinalunum í ár.

Sum so nógva aðrastaðni, so er tað "money rules" í Eurovision Songcontest. Tey lond, sum gjalda mest til kappingina, Týskland, Frakland, Bretland og Spania sleppa undan at luttaka í undankappiningunum.

Í bæði fystu og aðru undanfinaluni vóru tað íslendska Hera Bjørk og donsku Chanée og n'Evergreen, ið vóru rópt upp sum síðstu luttakarirnir, at fara víðari til finaluna. Danmark hevur eisini fingið síðsta startnummarið í kappingin, nummar 25.


Tey lond, ið nógv vilja vera við, eru favorittar til sigurin leygarkvøldið eru Azerbaijan og Týskland. 18 ára gamla Safura syngur sangin "Drip-Drop" fyri Azerbaijan - sangurin er gjørdur av tveimum sviðum Stefan Örn og Sandra Bjurman. Týskland hevur eisini eina unga gentu - tað er 19 ára gamla Lena, ið singur poppsangin "Satelitte".