Danmark og Føroyar ganga hvør sín veg

Tó at Danmark knýtir seg alsamt tættari ES, sær Framsókn einki ynski millum føroyska fólkið at gera tað sama.

Framsókn skipaði í morgun fyri tíðindafundi, har valevni og valskrá floksins til fólkatingsvalið varð løgd fram.

 

Eitt mál, sum Framsókn serliga vísti á, er uttanríkispolitiska kósin hjá Danmark.

– Danmark er á fleiri økjum á eini kós, sum skilist frá føroysku kósini. Danmark nærkast alsamt ES og flytir meiri og meiri vald til Bruxelles. Okkara fatan er, at meginparturin av Føroya fólki ikki ætlar sær tann vegin. Hetta er ein skilnaður, sum fer at gerast alsamt klárari komandi árini, segði Poul Michelsen.

 

– Vit mugu ásanna, at Føroyar og Danmark, í sera grundleggjandi, ríkisrættarligum spurningum, ikki hava samanfallandi áhugamál, og at ein uppgerð okkara millum tí er alneyðug. Ríkisfelagsskapurin er bert eitt eiti, tí tá um ræður at stríðast fyri sínum áhugamálum, er hugburðurin hjá dønum, Danmark og tað er Danmark og tað er bara Danmark, segði Poul Michelsen, sum sjálvur hevur ta fatan, at eisini fleiri danskir politikkarar ynskja at endurskoða ríkisfelagsskapin.

 

– Sannleikin er tann, at veruleikin er um at yvirhála okkum. Vit hava nú í 70 ár kjakast um heimastýrislógina og okkara samband við Danmark, men gongdin á heimspallinum er nú so skjót, at skjótt verður avgerðin tikin fyri okkum, og vit hava einki annað val, enn at gerast partur av ES. Tí mugu vit fáa hesa uppgerð við danir nú, so at føroyingar sjálvir kunnu avgera sítt tilknýti til ES, tað verið seg gjøgnum limaskap, EFTA, fríhandilsavtalu ella okkurt heilt annað, segði Poul Michelsen, sum tó legði dent á, at Framsókn ikki er fyri føroyskum ES-limaskapi.

 

Les meiri um tíðindafundin hjá Framsókn í blaðnum, sum verður í sølubúðunum seinni í dag.