Dysturin byrjaði annars ikki við nøkrum fyrimuni til danir. Kroatia legði seg á odda heili 4-0, og tá sá dapurt út hjá dønum, tá Metlicic og Lazkovic hamraðu bóltarnar um oyruni á danska málverjanum Kasper Hvidt.
Men vendin kom í dystinum, tá Lasse Boesen hjá dønum fekk opnað ballið, og skorað fyrsta danska málið. Sum hálvleikurin leið, fingu danir meira og meira av álopsspælinum at virka, so at teir fimm minuttir áðrenn steðgin fingu lagt seg á odda, og megnaðu so at útbyggja leiðsluna til trý mál.
Nú er bert eftir at vóna at brøðratjóð okkara megnar at halda spælinum á líka høgum støði, og vinna dystin, og gullheiðursmerkini, teir so longi hava saknað.










