Danmark á odda í steðginum

Danmark er á odda í EM-finaluni ímóti Serbia. Støðan er 9-7 til danir. Danmark hevur verið á odda alla tíðina og hevur onkuntíð havt lyndi til at fara frá serbunum, men teir seinastu 10 minuttirnar hevur tað gingið javnari á.

 

Teir báðir málmenninir, Niklas Landin og Darko Stanic, hava staðið væl, men serbar hava verið sera varnir í sínum álopsspæli samanborið við aðrar dystir, sum teir hava spælt í kappingini. Eitt nú hevur stjørnuspælarin Ilic einki skot havt upp á málið. Tað danska álopsspælið, serliga frá vonginum, hevur heldur ikki riggað nóg væl.