Um tvær vikur kann danska samfelagið møguliga spakuliga byrja at lata upp aftur, soleiðis at gerandisdagurin verður vanligur aftur.
Tað segði Mette Frederiksen, donsk forsætisráðfrú, á tíðindafundi seinnapartin.
– Um vit standa saman tær næstu tvær vikurnar, og um tølini halda fram við at vera støðug, so fer stjórnin at byrja at lata upp spakuliga, segði Mette Frederiksen seinnapartin.
Men um danir halda, at alt er yvirstaðið um tvær vikur, og at mann ikki nýtist at taka støðuna í líka stórum álvara nú, so fara teir skeivir. Tí tað verður nevniliga bara latið upp aftur, um tað gongur væl.
– Um tað ikki eydnast okkum at standa saman og halda frástøðu, um tølini hækka, um danir hittast og savnast, so kunnu vit ikki lata Danmark upp aftaná páskini. So kunnu vit enda í einari aðrari støðu, har vit mugu stramma enn meira upp, segði Mette Frederiksen
Seinastu tølini vísa, at 77 danir, sum hava fingið staðfest koronasmittuna, eru deyðir. 533 fólk eru innløgd, støðan er álvarslig hjá 137, og 119 eru í respiratori.











