Danmark leggur trýst á íslendingar

Vraka íslendingar Icesave-lógina á fólkaatkvøðuni, kann tað fáa ávirkan á kreppulánið, sum Danmark hevur játtað Íslandi. Tað sigur danski fíggjarmálaráðharrin. Óvissan um Icesave-málið fær ikki ávirkan á lánið, sum danir hava játtað Íslandi í sambandi við fíggjarkreppuna har. Tað segði Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, aftan á ein fund fyrradagin við íslendska starvsbróður sín, Steingrím J. Sigfússon.

Men danski ráðharrin legði afturat, at vraka íslendingar Icesave-lógina á fólkaatkvøðuni, er støðan ein onnur.

-Tað er greitt, at verður lógin feld á fólkaatkvøðuni, eru fyritreytirnar broyttar, men tað fara vit at taka støðu til tá, segði Claus Hjort Frederiksen sambært Ritzau.

Danmark hevur játtað Íslandi 3,5 milliardir krónur í láni, men higartil eru bara 600 milliónir krónur goldnar íslendingum.