- Tað er brot á sambandssáttmálan, sum er galdandi fyri samstarvið millum Føroyar og Danmarkar ríki, at danir - uttan at spyrja okkara stjórn eftir - fara í kríggj, sigur Zacharias Wang. ?Ólógligt danskt kríggj?
Tað er yvirskriftin í stuttari viðmerking, sum Zacharias Wang, søgufrøðingur, hevur sent miðlunum í morgun.
Hann vísir á, at enn einaferð ætlar stjórnin at leggja seg út í kríggj ? ólógliga, sum hann málber seg.
- Sum kunnugt góðkendi Danmarkar stjórn tann 29. august 1450 sambandssáttmálan við okkara stjórn. Hesin sáttmáli ásetir, at vit eru saman um kríggj og frið, og at báðir partar hava eins nógv at siga, tá avgerðir skulu takast um at fara í kríggj ella fáa frið í lag við onnur ríki.
Og Zacharias Wang heldur fram:
- At tann stjórn, sum situr í Danmørk og ræður av tí, at ein meiriluti av danska fólkinum hevur álit á henni, fer í kríggj uttan at okkara stjórn hevur verið við til at samtykt hetta, er brot á tann sambandssáttmála, sum er galdandi fyri samstarvið millum okkum og Danmarkar ríki, sigur hann í viðmerkingini til miðlarnar í morgun.










