Tað leikaði leingi javnt á fyrstu løtuna, tá Danmark møtti Tunesia í einum venjingardysti upp til HM í Svøríki, sum byrjar í hesari vikuni.
Liðini fylgdust upp til 6-6, men so dró Danmark frá, og tá komið var til hálvleik, var Danmark framman fyri 16-11.
Vert er at leggja til merkis, at allar størsta stjørnan hjá Danmark, Mikkel Hansen, sat á beinkinum alla tíðina, og kortini megnaði Danmark at vinna dystin 26-20. Hann verður spardur fran til HM-kappingina.
Donsku malmennninir, Søren Rasmusseun og Nicklas Landin, spældu báir ein sera góðan dyst við Rasmussen í málinum meginpartin av tíðini.










