Danmark keypir yvir 1,1 milliónir koppingarskamtir úr Rumenia

Danski koppsetingarkalendarin verður nú dagførdur positiva vegin, eftir at landið hevur keypt koppingarevni úr Rumenia. Tað ávirkar eisini Føroyar.

Tá Danmark keypir koppingarevni fer eitt prosent til Føroya og eitt prosent til Grønland. Um tað eisini er galdandi í hesum føri, so fáa Føroyar 11.100 skamtir fleiri, enn ætlanin annars sigur.

 

Tí Danmark hevur við eini avtalu við Rumenia keypt yvir 1,1 milliónir skamtir av Pfizer-koppingarevni. Og fór teir 11.100 skamtirnir til fyrra prikið hjá teimum í Føroyum, sum enn ikki eru koppsett, so vóru øll, sum skulu koppsetast, koppsett fyrru ferð. Nú hava 28.060 fingið fyrra prikið. Tilsamans skulu umleið 38.000 fólk í Føroyum koppsetast, um øll yvir 16 ár verða koppsett.

 

Tað upplýsir Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Orsøkin til, at tað ber til at fáa hesar skamtir úr Rumenia er, at undirtøkan fyri koppseting í landinum er so vánalig, sigur ráðið.

 

Statens Serum Institutt, sum stendur fyri keypinum og útbreiðsluni av koppingarevni, væntar, at fyrstu skamtirnir koma til Danmark í vikuni.

 

Heilsustýrið fer tí at dagføra kalendaran fyri koppsetingar positiva vegin.

 

Fyrr í dag skrivar DR, at tíðindini um keypið av koppingarevnium komu úr einum brævið frá Heilsumálaráðnum til framsøgufólkini í heilsumálum, skrivar Ritzau tíðindastovan.