Svenski venjarin hjá FC Keypmannahavn, Havn Backe, heldur, at Danmark kann vinna EM. Hann sigur við Jyllands-Postin, at hava danir ein góðan dag, so hevur liðið styrki til at vinna europameistaraheitið.
Venjarin hjá Toda Jónsson heldur tó, at liðið stendur og fellur við góðum avrikum hjá einstøkum spælarum, og hann heldur, at Jesper Grønkjær og Martin Jørgensen skulu spæla væl, um liðið skal standa seg væl. Eru teir ikki á toppinum, so verða úrslitini meira misjøvn, heldur Hans Backe.