Danmark kann røkka málinum

Verða neyðug stig tikin nóg skjótt, kann Danmark skerja sítt CO2-útlát heili 90 prosent innan 2050 Danir kunnu røkka ST-málinum um at skerjua CO2-útlátið 90 prosent innan ár 2050, men treytin er, at teir leggja um til burðardygga orku burturav, sleppa teimum reyðu búffunum og fáa sær elbilar ístaðin fyri bensinbilar.

Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari frágreiðing hjá danska verkfrøðingafelagnum.

Sambært verkfrøðingunum kunnu danir spara 13 milliardir krónur í 2015, tí avgjøldini á koli og olju minka. Sparingin fer at veksa støðugt og verður oman fyri 35 milliaqrdir krónur í 2050.

Connie Hedegaard, ráðharri, er fegin um frágreiðingina, sum eftir hennara tykki kann halda.