Altjóða búskaparkreppan rakar nú danska ídnaðin, tí eftirspurningurin á marknaðinum er minkaður, og hetta fær danskar búskaparfrøðingar at ávara um, at Danmark kann koma aftur í ta støðu, at vøksturin í búskapinum verður negativur.
-Vit hava í hvussu er havt minkandi framleiðslu í ídnaðinum tríggjar mánaðir á rað, og tað er rættiliga stórur vandi fyri, at Danmark er á veg ímóti negativum vøkstri aftur, sigur Jes Asmussen, sum er leiðandi búskaparfrøðingur hjá Handilsbankanum, við TV2.
Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at danska ídnaðarframleiðslan minkaði 0,9 prosent frá apríl til mai triðja mánaðin á rað, og sostatt er framleiðslan minkað knappliga tvey prosent síðani í februar.
Danska ídnaðarfelagið sigur, at tað dugir ikki at síggja nakað tekin um, at eftirspurningurin fer at veksa í bræði.