Danmark er ein sigur frá HM plássi

Við stórsigri í Moldova í kvøld hevur Danmark tryggjað sær í hvussu so er næstfremsta plássið og harvið undir øllum umstøðum at spæla um pláss í HM endaspælinum

polfoto

Tað hevur leingi ligið í kortunum, og nú er tað staðfest. Danmark hevur ikki tryggjað sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Katar í november og desember 2022, men Danmark hevur í hvussu so er tryggjað sær næstfremsta plássið og harvið dyst um pláss í endaspælinum.

 

Danmark vann í kvøld 4-0 á útivølli ímóti Moldova. Hálvleiksstøðan var eisini 4-0.

 

Danmark er á tíggjunda plássi á FIFA styrkislistanum, og Danmark hevur staðið seg so væl í hesi undankappingini, sum danir ongantíð áður hava megnað. Teir hava spælt átta dystir, vunnið teir allar, og málmunurin er 26 – 0!

 

Týskvøldið skal Danmark spæla í Parkini ímóti Eysturríki. Um tað eydnast at vinna ímóti Eysturríki ella tá ið Danmark 12. november fær vitjan av Føroyum ella í síðsta umfari, tá ið Danmark 15. november skal spæla á útivølli ímóti Skotlandi, so verður beinleiðis atgongd til HM endaspælið tryggjað.

 

polfoto