Danmark hevur brent seg fast í Føroyum

Danmark er bara stórt í Føroyum

Danmark er eitt lítið land, allstaðni í verðini - uttan í Føroyum. Tí her er Danmark tað stóra landið, sum øll tilvitskan hjá føroyingum snarar um.

Tað fortaldi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fyri skúlanæmingum á fólkafundinum í Runavík í morgun.

 

Fyrsta tiltakið á fólkafundinum var ein fyrilestur hjá Sjúrði Skaale um tjóðskaparrørsluna, sum yvirskipað hugtak.

Men í hesum sambandi vísti hann á, hvussu fast, Danmark hevur brent seg í tilvirskuna hjá føroyingum.

 

Hann vísti á, at í Føroyum er tað Danmark, sum fyllir mest, bæði hjá ytsta sambandsvonginum, sum sigur, at føroyingar einki megna, og ytsta loysingaveinginum, sum sigur, at vit eru ein kúgað tjóð.

 

Men veruleikin er mitt ímillum, tí Føroyingar klára væl at stjórna sær sjálvum og samstundis hava vit ógvuliga stórt sjálvræði.

Í báðum hesum víðgongdu rørslunum, er tað Danmark, sum fyllir alt ov nógv.

 

- Øll tey frælsini skotar atkvøddu um í gjár, hava vit. Vit hava fíggjarligt frælsi, vit velja okkara egnu stjórn, vit avgera okkara egnu viðurskifti við ES og vit hava ræðið á okkara oljuvinnu.

 

Alt tað frælsið, skotski loysingaflokkurin vildi hava á fólkaatkvøðuni, hava vit longu í Føroyum.

 - Í veruleikanum hava Føroyar nógv størri frælsi enn flestu londini í verðini. Í so máta eru vit í eini serstøðu.

- Samstundis eru Føroyar eitt fáment land, so hvør einstakur føroyingur hevur eisini stórt vald á síni egnu viðurskifti.

 

Sjúrður Skaale fortaldi skúlanæmingunum, at tað snýr seg um at fáa eyga á møguleikarnar, heldur enn bara at síggja svart fyri sær.