Danmark hevur annað beinið í hálvfinaluni

Nervarnir darvaðu øgiligt, tá ið tað eydnaðist dønum at vinna 26-25 ímóti Týsklandi

Nervarnir vóru sjónskir á báðum síðum, tá ið tað í kvøld var grannauppgerð millum Danmark og Týskland í EM endaspælinum í hondbólti.

Tað bar við sær, at fleiri mistøk vóru at síggja, enn tað annars hava verið, og serliga í fyrra hálvleiki var tað langt millum, at tað eydnaðist liðunum at spæla seg til upplagdar møguleikar.

Hálvleiksstøðan var 9-8 til Týskland. Verjurnar stóðu seg væl betri enn álopini, og málverjarnir vóru ikki á tíð støðinum, sum teir annars hava verið.

 

Í seinna hálvleiki fylgdust liðini leingi. Týskland var fleiri ferðir frammanfyri, meðan danir runnu aftaná.

Danski stórspælarin Mikkel Hansen var lítið sjónligur í fyrra hálvleiki og fyrstu minuttirnar eftir steðgin. So vísti hann seg frá síni bestu síðu í álopsspælinum. Hann skoraði nøkur avgerandi mál og í øðrum førum spældi hann liðfelagarnar leysar.

 

Veteranurin við føroysku ættarbondunum, Hans Lindberg, sum hevur spælt í Týsklandi síðani 2007, átti stóran leiklut. Hann umsetti fýra brotskøst til mál, og so var hann púra tryggur úr spískum. Hann skoraði níggju mál og var toppskjútti.

 

Onkra løtu - tá ið tað restaðu færri enn tíggju minuttir - var Danmark frammanfyri við trimum, en tað endaði 26-25. Bólturin varð dømdur frá dønum fyri drál, tá ið tað restaðu trý sekund, men týskarar megnaðu ikki at spæla seg aftur í álop, og harvið glapp møguleikin at javna teimum av hondum.

 

Danmark er nú í góðari støðu at vinna seg í hálvfinaluna, sum verður veruleiki, um Danmark í síðsta dystinum í miðumfarinum megnar í hvussu so er javnleik ímóti Makedonia.

Klokkan 19.30 í kvøld spæla Makedonia og Spania.