Danska manslandsliðið í hondbólti hevur enn ikki tryggjað sær eitt hálvfinalupláss í EM-endaspælinum, sum er í Póllandi fyrr í dag.
Dysturin millum Danmark og Svøríki endaði 28-28.
Í steðginum var Svøríki á odda 14-13, og svenskarar vildu ongantíð sleppa danskarum, hóast Danmark onkra løtuna var á odda við trimum málum. Tá tveir minuttir vóru eftir var Danmark á odda 28-25, men svenskarar góvu ikki upp, og við trimum málum ímóti dystarenda eydnaðist tað svenskarum at fáa javnleik 28-28, og harvið eitt stig ímóti donsku favorittunum.
Frásøgumennirnir hjá TV2 hildu, at svenskararnir høvdu uppiborið at fáa javnleik. Teir góvu eisini ilt av sær, at Mikkel Hansen var settur ov nógv uttanfyri í dystinum.
Michael Damgaard gjørdist toppskjútti hjá Danmark við sjey málum. Johan Jakobson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við fimm málum. Talan er um fyrsta stigið Danmark setir til í EM-endaspælinum.
Fyrr í dag vann Spania 31-29 (15-15) á Ungarn, og saman við Týsklandi leggur Spania framvegis trýst á Danmark um at vinna seg í hálvfinalurnar. Vinnur Spania á Russlandi, og vinnur Týskland á Danmark, so verða tað Spania og Týskland, sum vinna seg í hálvfinalurnar. Danmark kann klára sín setning við einum javnleiki ímóti Týsklandi.
Spennandi støðan í EM millumbólki 2 er hendan :
1 | Danmark | 4 | 3 | 1 | 0 | 116:98 | 7 |
2 | Spania | 4 | 3 | 0 | 1 | 110:107 | 6 |
3 | Týskland | 4 | 3 | 0 | 1 | 115:106 | 6 |
4 | Russland | 4 | 1 | 1 | 2 | 109:115 | 3 |
5 | Svøríki | 4 | 0 | 2 | 2 | 104:107 | 2 |
6 | Ungarn | 4 | 0 | 0 | 4 | 96:117 | 0 |
Skráin í dag, seinasta umfarið í EM millumbólki 2 :
27.01 15:00 | Svøríki | : | Ungarn |
27.01 17:15 | Týskland | : | Danmark |
27.01 19:30 | Spania | : | Russland |