Okkara undanbólkur: Danmark hevði tað trupult móti Eysturríki

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti var ikki sannførandi í EM-undankappingardystinum móti Eysturríki

Ígjár tapti føroyska kvinnulandsliðið 19-26 (14-15) fyri Rumenia í EM-undankappingini.

 

Í kvøld møttust hini bæði liðini í okkara bólki, Danmark og Eysturríki í Horsens.

 

Væntað var undan dystinum, at Danmark fór at vinna ein greiðan sigur, men donsku kvinnurnar høvdu stórar trupuleikar við at knógva Eysturríki.

 

Eysturríki var á odda 2-0 og 3-1, og tær lótu ikki donsku kvinnurnar renna avstað, og í steðginum var Danmark bert á odda 12-11.

 

Danmark legði hart út í seinna hálvleiki og kom á odda 18-12 og 20-14, men so byrjaði Eysturríki spakuliga at eta seg innaftur á Danmark.

 

Ta einu løtuna var Danmark bert á odda 23-21, men so fingu tær vunnið seg upp á 26-21 og vunnu at enda 27-22.

 

Sunnudagin klokkan 16.15 møtast Føroyar og Danmark í høllini á Hálsi í Havn, og so er at vóna, at føroyska liðið eisini kann volda danska liðnum trupuleikar.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 16.15.