Í dag var lutakast um, hvussu bólkarnir hjá monnum og kvinnum í hondbólti skulu síggja út á teimum olympisku leikunum í London í summar. Danmark er við í báðum kappingunum, og danskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at bæði liðini fáa tað torført í teimum bólkunum, sum tey komu í.
Danska manslandsliðið skal spæla ímóti sterkum liðum sum Spania, Kroatia og Serbia, og kvinnulandsliðið skal møta Noregi og Fraklandi.
Bólkarnir í OL í London síggja soleiðis út:
Menn:
Bólkur A: Frakland, Svøríki, Ísland, Bretland, Argentina og Tunesia.
Bólkur B: Spania, Kroatia, Ungarn, Serbia, Danmark og Suðurkorea.
Kvinnur:
Bólkur A: Montenegro, Russland, Kroatia, Bretland, Brasil og Angola.
Bólkur B: Noreg, Spania, Danmark, Frakland, Svøríki og Suðurkorea.