Danmark heldur fram í EM

Hóast eina ridlandi byrjan við EM-endaspælinum í Noregi, hevur Danmark nú megnað at leikt seg í miðumfarið av endaspælinum, sum fer í gongd týsdagin.

Danmark møtti í kvøld Russlandi, og tá ið Danmark eitt skifti í fyrra hálvleiki førdi við heili níggju málum, tóktist dysturin longu avgjørdur. Russland megnaði at sleppa til hálvleiks við støðuni 18-11 til danir, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað teimum at koma heilt upp á eitt mál á muni. Men hetta vakti Danmark, og teir struku so aftur avstað, og endaðu við at draga ein 31-28 sigur í land.

Danska landsliðið kann nú í miðumfarinum brynja seg til at spæla móti Kroatia, Póllandi og Slovenia. Dystirnir verða ávíkavist týsdagin, mikudagin og hósdagin.

 

Øll hini norðanlondini í EM-endaspælinum; Noreg, Svøríki og Ísland, eru eisini víðari í kappingini.