Danmark spældi seg fyri løtu síðani í hálvfinaluna HM-í manshondbólti við at vinna 28-26 á Ungarn.
Danmark fekk eina dreymabyrjan, og í hálvleikinum vóru danir á odda 18-11. Men í seinna hálvleiki fingu ungarsku spælararnir betur tak á dystinum, samstundis sum tann danska verjan var í trupulleikum. Kortini megnaðu ungarar ongantíð at koma fram á danir, sum tí vunnu við tveimum málum.
Skulu nakrir danskir spælarar takast fram um hinar í hesum dystinum, eru tað Hans Lindberg og Niklas Landin. Tann fyrri skjeyt 10 mál, og hin spældi ein góðan dyst og hevði fleiri avgerandi bjargingar í seinna hálvleiki.
Í hálvfinaluni skal Danmark møta annaðhvørt Fraklandi ella Kroatia, sum spæla nú. Fyri løtu síðani var Kroatia frammanfyri 13-12.