Danmark framvegis mál fyri yvirgangi

Al-Qaeda og aðrir yvirgangsfelagsskapir hava ikki gloymt tekningarnar av Muhammed profeti, og tí er Danmark framvegis eitt møguligt yvirgangsmál. Í dag eru átta ár síðani yvirgangsatsóknina at World Trade Center og Pentagon, og sambært loyniligu løgregluni í Danmark stendur Danmark fraqmvegis ovarlaga á álopslistanum hjá Al-Qaeda og øðrum slíkum felagsskapum.

Jacob Scharf, sum er stjóri í Politiets Efterretningstjeneste, sigur við Berlingaran, at tíðliga í ár vóru fleiri hóttanir ímóti donskum málum. Tær eru fækkaðar síðani, men PET-stjórin sigur, at tað kortini er orsøk til at stúra.

Jacob Scharf vísir á, at Al-Qaeda hevur gjørt greitt, at tekningarnar av Muhammed profeti verða ikki gloymdar. Tann kendi svenski yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp sigur við Berlingaran, at tekningarnar eru høvuðsorsøkin til yvirgangsvandan í Danmark.