Danmark forvinnur nógvan pening frá ST

Fyri hvørja krónu, sum Danmark letur í stuðli til ST, keypir ST fyri 15 kr. aftur úr DK - ein góður handil hjá DK. ST er ein super handilspartnari fyri DK, tí fyri tær 70 milliónirnar, sum DK letur í stuðli til ST, fáa danir tað afturgoldið 15-faldað, tað vísir ein nýggj uppgerð.

Tað er danska uttanríkisráðið, sum rindar húsaleiðuna hjá teimum meira enn 1000 ST-starvsfólkunum, sum búleikast í Keypmannahavn. - Keypmannahavn er soleiðis ein av teimum týdningarmestu býunum hjá ST í Europa.

Í 2006 keypti ST fyri meira enn 1 milliard frá Danmark, tað vóru ymsar vørur og tænastur, sum vórðu brúktar til ymisk hjálpararbeiðir, sum keypt varð.