Danmark: Fólkaskúlin illa fyri

Donsk skúlabørn duga ov illa at lesa, og fleiri tímar í donskum hava ikki hjálpt. Harafturat er frálærutilfarið ótíðarhóskandi

Á hvørjum ári, tá skúlin fer í summarfrí, stingur orðaskifti seg upp í donskum fjølmiðlum um skúlan, og sum vera man eru tað serliga veikleikarnir, sum verða drignir fram.

Soleiðis hevur eisini verið í summar, og hesaferð hevur oraðskiftið snúð seg um lesiførleikan í donskum og um tilfarið, sum nýtt verður í teimum einstøku greinunum.

Skúlafólk og politikarar ásanna, at støðið er ov lágt, men tann eymi spurningurin er her eins og aðrastaðni, hvør skal gjalda. Tí allir partar ásanna, at tað fer at kosta nógvar pengar at bøta um trupulleikarnar.


Lesingin

At donsk børn hava havt trupult við at læra at lesa sítt egna mál, er ikki nakað nýtt. Soleiðis hevur verið í mong ár. Fleiri kommunur gjørdu tí av at gera eina roynd við øktum tímatali í donskum, men kanningar nú vísa, at hetta gav millum lítið og einki.

Niels Berthelsen, deildarleiðari hjá kommunala landsfelagsskapinum, sigur, at tað má tíverri ásannast, at økta tímatalið gav ikki tað ætlaða úrslitið. Hann heldur seg duga at síggja av kanningini, at tað er nógv meiri umráðandi at hava frálæruna spennandi og viðkomandi fyri barnið heldur enn fleiri tímar.

Einstakir skúlar ætla tó at halda fram við fleiri tímum í donskum, men kortini við eitt sindur øðrvísi frálæru enn vanligt. M.a. hevur leiðslan á einum skúla í Esbjerg gjørt av at skipa frálæruna í danskari lesing soleiðis, at næmingarnir verða flokkaðir eftir førleika heldur enn eldri. Tað hevur við sær, at næmingar á ymsum floksstigum ganga í sama flokki til lesing í donskum.

Skúlin í Esbjerg hevur roynt slíka frálæru seinastu trý árini, og hóast einki endaligt úrslit fyriliggur, heldur leiðslan seg síggja framstig, og tí er avgjørt at halda fram.


Raðfesting

Øll skúlafólk í Danmark tykjast vera til reiðar at ásanna, at tað stendur ov illa til við førleikanum hjá børnunum, tá tað kemur til at lesa móðurmálið. Danska lærarafelagið hevur sanniliga eisini verið við í orðaskiftinum og hevur við atfinningunum sum grundarlagi kravt fleiri pengar til skúlan. Felagsins støða tykist vera, at skal nakað veruligt gerast við hendan trupulleikan og aðrar tað at kosta ríki, amtum og kommunum 4,2 milliardir krónur næsta ár.

Men hesum tekur kommunali landsfelagsskapurin ikki undir við. Niels Berthelsen, deildarleiðari sigur, at kravið frá lærarafelagnum er órímiligt.

- Tað ber ikki til at krevja fleiri pengar fyri hvønn næming. Danmark er millum tey londini, sum brúkar eina mest til fólkaskúlan. Tí ræður tað heldur um at brúka pengarnar á rættan hátt, soleiðis at tað besta úrslitið fæst burturúr, sigur Niels Berthelsen.

Hann vísir á, at talið á lærarum minkaði ikki í áttati-árunum, hóast barnatalið fall munandi tey árini. Tað rætta hevði verið, at kommunurnar brúktu minni pengar til læraralønir tá, og at sparingin bleiv brúkt til nýtt frálærutilfar. Úrslitið er, at fólkaskúlin er komin afturút í so máta, og tann trupulleikan mugu vit eisini rætta, sigur deildarleiðarin í kommunufelagnum.


Gamalt tilfar

Eitt innslag í danska sjónvarpinum í síðstu viku prógvaði vissuliga, at danski fólkaskúlin er veruliga illa fyri, hvat frálærutilfari viðvíkir. Bøkurnar í teimum flestu greinunum eru gamlar og tí útslitnar, og innihaldið er ótíðarhóskandi.

T.d. bleiv víst á, at skúlin framvegis nýtis atlas við gamla Sovjetsamveldinum, við Jugoslavia í einum og við Týsklandi í tveimum.

Ikki tí. Tað er eingin trupulleiki at fáa fatur á einum nýggjum atlasi í bókhandlinum. Men tað hevur skúlin ikki ráð til.