Danmark: Fleiri enn 1600 fólk smittað í gjár

Smittutalið nærkast metinum

1603 fólk í Danmark hava seinastu 18 tímarnir fingið staðfest koronuvirus.

Orsøkin til at talan er um seinastu 18 tímarnar heldur enn 24 er, at tekniskt viðlíkahald hevur verið á servararnar, skrivar danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, á Twitter.

Sambært DR byggja smittutølini á 77.419 kanningar, og hetta merkir, at 2,1 prosent av øllum teimum kannaðu hava fingið staðfest koronuvirus.

Níggju fólk hava latið lív, og 293 fólk eru innløgd á sjúkrahús við smittuni, sum er 26 fleiri enn í gjár. Av teimum innlagdu eru 40 á intensivu deild og 27 liggja í respiratori.

Hóast smittutalið er heilt høgt, er tað kortini ikki met. Smittutalið setti met fyri seks døgum síðani, tá 1636 fólk fingu staðfest smittuna.