Danmark í finaluni

Danmark er annað liðið, sum fer á vøllin at spæla finalu í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Tað er greitt, eftir at Danmark fyri løtu síðani vann 25-24 á Spania eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til Danmark.

 

Danir høvdu takið á spaniumonnum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 12 minuttir vóru eftir at spæla, komu spaniumenn upp á javnleik 19-19. So fylgdust liðini, so í 57. minutti stóð á jøvnum 23-23 og í 58. minutti 24-24. Men so var tað, sum at Fortuna enn eina ferð var við dønum í hesari kappingini. Fyrst datt spanski málmaðurin, so Mikkel Hansen fekk skorað til 25-24. So mistu spaniumenn bóltin útum, og í sjálvum endanum vildu spaniumenn vera við, at teir áttu eitt brotskast, sum teir ikki fingu.

 

Hvørjum danir skulu møta, fá vit at vita í kvøld, tá Serbia og Kroatia fara at fystast um hitt finaluplássið.