Danmark fer at lata Ukraina 19 F-16 stríðsflogfør

Danmark er fyrsta landið, sum avdúkar, hvussu mong F-16 flogfør landið fer at lata. Á hinari síðuni hava Niðurlond sagt, at tey hava 42 slík flogfør, sum eru "tøk".

Tað er nú greitt, at Danmark fer at lata Ukraina 19 jagaraflogfør av slagnum, F-16, og ætlanin er, at Ukraina skal fáa seks av hesum fyri árslok í ár.

- Hetta er ein serstøk løta, segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, tá hon byrjaði tíðindafundin í dag, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini var við.

 

Forsætisráðharrin segði seg vera errin av, at ukrainski forsetin á ferð síni í Niðurlondum eisini steðgar í Danmark.

 

Hon segði seg vóna, at flogførini fara at hjálpa Ukraina at verja sítt loftrúm og soleiðis eisini sítt frælsi móti aggressiónunum, sum Russland fremur í Ukraina.

 

Danmark er fyrsta landið, sum avdúkar, hvussu mong F-16 flogfør landið fer at lata. Á hinari síðuni hava Niðurlond sagt, at tey hava 42 slík flogfør, sum eru "tøk".

 

Men, í Niðurlondum hava tey kortini ikki sagt neyvt, hvussu mong av hesum verða latin Ukraina.

 

Fyrr í dag gjørdist tað alment kent, at Niðurlond og Danmark verða tey fyrstu londini, sum fara at lata Ukraina jagaraflogfør til tess at verja egið loftrúm.

 

Tað var seinnapartin í dag, at Volodymyr Zelenskyj og kona hansara, Olena Zelenska, komu til Danmarkar, har tey vitjaðu hernaðarflogstøðina í Skrydstrup.

 

Hjúnini gista í Danmark í nátt, og í morgin fer ukrainski forsetin at halda røðu í Fólkatinginum, umframt at hann eisini skal hitta Margrethu, drotning.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at í Danmark tóku Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri og Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, ímóti.

 

##med2##

 

 

 

Hjúnini, Olena Zelenska og Volodymyr Zelenskyj, saman við forsætisráðharranum, Mette Frederiken.