Danski filmurin ?Hævnen?, sum Susanne Bier hevur leikstjórnað, varð í nátt valdur sum tann besti filmurin, sum er á øðrum máli enn enskum. Tað hendi á tí árliga Oscar-festivalinum í Los Angeles. Í januar fekk Susanne Biet ein Golden Globe fyri ?Hævnen?.
Hetta er triðju ferð, at Danmark vinnur ein Oscar. Í 1988 var tað filmurin ?Babettes gæstebud?, og árið eftir var tað filmurin ?Pelle Erobreren?.
Á Oscar-festivalinum í nátt varð filmurin ?King´s Speach? valdur sum tann besti, Colin Firth varð valdur sum tann besti mannligi filmsleikarin og Natalie Portman sum tann besti kvinnuligi leikarin.










