Fyri fyrstu ferð fær Danmark eina kvinnu til forsætisráðharra. Tað tykist rættiliga greitt eftir tær fyrstu sokallaðu exit poll-kanningarnar. Í hesum kanningunum verða veljarar spurdir, aftan á teir hava verið og atkvøtt.
Ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR, sigur, at tey reyðu fáa 51,4 prosent av atkvøðunum og tey bláu 48,6. Tingmannabýrið verður 91-84.
Tað er framgongd hjá Teimum Radikalu og Eindarlistanum, sum tryggjar teimum reyðu meiriluta, tí bæði Sosialdemokratarnir og SF hava afturgongd.