Alt bendir á, at Danmark skal rinda felags ES-kassanum eina milliard krónur minni um árið enn higartil.
Danska stjórnin hevur kravt at fáa eina milliard krónur í avslátti um árið, og Helle Thorniong-Schmidt, forsætisráðharri, hevur sett ES knívin á barkan og hótt við at brúka sýtingarrættin ímóti ES-fíggjarlógini, um Danmark ikki fær sín vilja.
Ritzau skrivar í morgun, at ES-forsetin, Herman van Rompuy, hevur lagt eitt uppskot fyri teir 27 ríkis- og stjórnarleiðararnar, og at eftir tí fær Danmark skal Danmark rinda eina milliard krónur minni um árið enn nú.
Tí bendir alt á, at Helle Thorning-Schmidt fer at siga ja takk, tá uppskotið hjá ES-forsetanum fær endaliga viðgerð í dag. Spurningurin er, hvat hini londini siga, tí summi teirra eru ímóti, at eitt so ríkt land sum Danmark skal fáa avsláttur.