Danmark er trupulleikin

Peter Greenberg, høvuðsrøðari á Vestnorden Travel Mart, hevði eini greið boð til Føroyar og Grønland.

Peter Greenberg, tíðindamaður, var høvuðsrøðari á Vestnorden Travel Mart í Reykjavík.

 

Hann kom millum annað við einum greiðum boðum til føroyingar og grønlendarar.

 

- Danmark er trupulleikin. Í ferðavinnuhøpi letur Danmark tykkum ikki vera meiri enn ein hjásetning. Tit mugu slíta tykkum leys og standa á egnum fótum.

 

Peter Greenberg heitti eisini á ferðavinnuna í útnorðri, at umhugsa, hvat tey ynskja við ferðamannaskipunum, sum koma hendanvegin. Tað er ein sannroynd, at ferðafólk á ferðamannaskipum leggja sera lítið eftir seg á landi. Samstundis eru tað fá av teimum ferðafólkunum, sum nakrantíð vitja aftur hendanvegin. Peter Greenberg heitti tí á vinnuna, um at umhugsa at noyða ferðamannaskipini at steðga longri í hvørjari havn.

 

- Fái stjórnirnar at seta eina lóg í gildi, sum krevur, at ferðamannaskip liggja í havn í eina ella tvær nætur, skeyt hann upp. Eitt annað boð er at gera sum Alaska, og seta ein eyka ferðamannaskatt í gildi, har ferðamannaskipini mugu rinda so og so nógv fyri hvørt ferðafólk.

 

Peter Greenberg legði annars út við at tosa um hvussu stór ein vinna ferðavinnan er. 1,2 milliardir fólk fara um eitt landamark onkuntíð í ár. Ferðavinnan er størsta vinnan í heiminum. 10% av heimsins BTÚ kemur frá ferðavinnuni. Eitt av tíggju størvum í heiminum er innan ferðavinnuna. Og ferðavinnan er tann vinnan, sum skjótast kemur fyri seg, eftir eitt krakk.

 

Peter Greenberg hevur vunnið fleiri Emmy virðislønir fyri gravandi tíðindaførslu. Hann er allarhelst hin best kendi og hægst virdi ferðatíðindamaðurin í USA.