Danska manshondbóltsliðið er nú bara ein sigur frá at verja OL gullið úr Rio í 2016.
Heldur ikki Spania megnaði at steðga monnunum hjá Nikolaj Jacobsen, sum fyri løtu síðani vannn hálvfinaluna við 27-23 eftir eitt spennandi endaspæl, tá Spania hálaði inn aftur á Danmark.
Nú bíðar Frankaríki, sum í hálvfinaluni vann á Egyptalandi, eins og í finaluni í Rio. Ta ferðina vann Danmark 28-26.
Okkara Jóhan á Plógv Hansen kom inn í síðstu minuttunum. Hann skeyt avgerandi næstsíðsta málið við at lumpa málverjan við at leypa upp, snara um seg sjálvan og skjóta aftan fyri rygg og í málið. Eftir tað skeyt Michel Hansen tað síðsta málið.
##med2##
Danmark hevur nú vunnið átta av teimum seinastu níggju hálvfinalunum í stórum endaspølum síðani 2011. Í fýra teirra hevur Spania verið mótstøðuliðið.
Burtursæð frá tapinum ímóti Svøríki í síðsta dysti í bólkaspælinum, tá Danmark hevði ráð at tapa, hava teir vunnið sannførandi, og bara eina løtu í dystinum ímóti Spania var vandi á ferð.
Við Michael Hansen á odda og Mathias Gidsel, sum skútu ávikavist 12 og 5 feðrir, við eini sterkari verju, sigraði Danmark enn einaferð.
/ritzau/
##med5##
##med3##
##med4##
##med6##
Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau