Danmark er aftanfyri Finnland og Kasakstan í bólki H

Danmark mátti taka til takkar við javnleiki móti Slovenia í Ljubjana í kvøld

Mynd: Scanpix

Danmark er bert nummar trý í EM-undankappingarbólki H aftaná øll seks liðini hava spælt fýra dystir.

 

Danmark mátti í kvøld taka til takkar við javnleiki 1-1 á útivølli móti Slovenia í Ljubjana.

 

Tá 25 minuttir vóru leiktir legði Andraz Sporar Slovenia á odda 1-0.

 

Stutt undan steðginum spældi Pierre-Emile Højbjerg Rasmus Højlund leysan í brotsteiginum, og Højlund skoraði sítt sætta mál í hesari undankappingini.

 

Bæði liðini høvdu góðar møguleikar til at leggja seg á odda, og tað var heilt rættvíst, at tað endaði við javnleiki 1-1. Danmark er ikki komið í snúningar enn.

 

Í sama bólki vann Kasakstan ein flottan 1-0 sigur á Norðurírlandi á útivølli, og Finnland vann á heimavølli stórsigur 6-0 á San Marino.

 

7. september tekur Danmark móti San Marino, Kasakstan tekur móti Finnlandi, og Slovenia tekur móti Norðurírlandi. 

 

Nr.Lið:DystirVJTFÍ+/-Stig
1Finnland4301103+79
2Kasakstan430184+49
3Danmark421175+27
4Slovenia421154+17
5Norðurírland410323-13
6San Marino4004013-130

Mynd: Scanpix