Framvegis er stórur spenningur í bólkinum, har Danmark, Svøríki, Portugal og Ungarn kappast um at sleppa við til HM-endaspælið næsta summar. Danmark fekk í gjárkvøldið ein skuffandi 1-1 javnleik á útivølli ímóti Albania, og tí er leiðslan í bólkinum tódnað. Danmark hevur 18 stig, Svøríki 15 og Portugal og Ungarn hava 13 stig í part. Alt bendir tí á, at dysturin millum Danmark og Svøríki um júst ein mánað verður avgerandi fyri, hvør vinnur bólkin.










