Tað verða Noreg og Kroatia í EM millumbólki 1, og Spania og Týskland í EM millumbólki 2, sum fara at spæla hálvfinalur fríggjadagin.
Russland gav Spania skarpan gang, men spaniumenn vóru kaldir í avgerandi løtum, og endaðu við at vinna 25-23 á Russlandi. Í steðginum var Russland annars á odda 13-12. Victor Tomas gjørdi toppskjútti hjá Spania við seks málum. Timur Dibirov gjørdist toppskjútti hjá Russlandi við fimm málum. Fyrr í dag vann Týskland 25-23 á Danmark, og Svøríki vann 22-14 á Ungarn.
Endaliga støðan í EM millumbólki 2 :
1. Spania 8 stig
2. Týskland 8 stig
----------------------------
3. Danmark 7 stig
4. Svøríki 4 stig
5. Russland 3 stig
6. Ungarn 0 stig
Í millumbólki 1 eyðmýkti Kroatia vertstjóðini Pólland. Kroatia vann ein knúsandi 37-23 sigur á Póllandi. Í steðginum var Kroatia á odda 15-10. Talan er um stórt vónbrot fyri heimafólkið, sum hevði høgar vónir til pólska liðið. Manuel Štrlek gjørdist toppskútti hjá Kroatia við átta málum.
Talan er um ein niðurtúr av dimensjónum hjá Póllandi, tí nú skulu teir spæla um 7. plássið í dysti ímóti Svøríki. Fyrr í dag vann Noreg 29-24 á Fraklandi, og Hvítarussland vann 30-29 á Makedonia.
Danmark og Frakland, sum vóru millum favorittarnar at vinna EM skulu nú spæla um 5. plássið.
Endaliga støðan í EM millumbólki 1 :
1. Noreg 9 stig
2. Kroatia 6 stig (+ 19 mál)
3. Frakland 6 stig (+ 15 mál)
4. Pólland 6 stig (- 4 mál)
5. Hvítarussland 2 stig
6. Makedonia 1 stig