Danska kvinnulandsliðið vann seg í gjár í finaluna í EM í fótbólti, sum er í Hollandi. Mótstøðulið í finaluni verður júst vertstjóðin Holland.
Plássið í finaluni kom til høldar, tá donsku kvinnurnar í gjár vunnu 3-0 móti Eysturríki í semifinaluni eftir brotssparkskapping. Stina Lykke í danska málinum bjargaði tveimum av brotsspørkunum hjá eysturríksku kvinnunum og tann triðja skeyt uppum. Sofie Pedersen brendi eisini fyri Danmark, men Nadia Nadim, Pernille Harder og Boye Sørensen skoraðu.
Í síni semifinalu bukaðu hollendsku kvinnurnar Ongland 3-0.
Holland verða mettar at vera stórfavorittar í finaluni, men nógvir danir minnast aftur til EM fyri menn í 1992, tá Danmark tók øll á bóli.
Liðini hava møtt hvørjum øðrum fyrr í kappingini. Í bólkaspælinum vann Holland 1-0 í einum sera jøvnum dysti millum liðini bæði. Finalan verður tó øðrvísi, tá tað væntandi koma 30.000 áskoðarar, sum í stóran mun fara at halda við vertstjóðini.
- Eg leggi líka í, hvørjum vit møta. Vit kunnu vinna EM, segði Nils Nielsen, danski landsliðsvenjarin.