Tvær áhugaverdar uppgerðir eru á skránni í EM endaspælinum í dag. Fyrri dysturin er millum Danmark og Holland, meðan Týskland og Portugal spæla í kvøld.
Holland er stórfavorittur at vinna dystin móti Danmark. Við heimsstjørnum sum Robin van Persie, Wesley Snejider, Rafael Van der Vaart og Arjen Robben verða teir mettir sum eitt av teimum londunum, sum hava góðan møguleika fyri at vinna EM. Seinast Holland vann eitt endaspæl var EM endaspælið í 1988. Teir vóru í HM finaluni í Suðurafrika í 2010, men taptu fyri Spania.
Fyri Danmark kemur tað illa við, at Niki Zimling bleiv skaddur undir venjingini í gjár. Danskir miðlar siga, at tað er óvist um hann spælir í kvøld. Stórastjørnan á danska liðnum hesa ferð er Ajax miðvallarin, Christian Eriksen. Hann hevur verið settur í samband við fleiri stórfeløg í Evropa.
Seinni dysturin í dag verður millum Týskland og Portugal. Týskland verður av fleiri mettur sum EM favorittur. Teir vunnu allar dystirnar í undankappingini og sum skilst, so eru allir menn tøkir til í kvøld. Eitt av ivamálunum hjá Týsklandi er um tað verður Mario Gomez ella Miroslav Klose, ið byrjar inni sum fremsti maður, skrivar ESPN.com.
Fyri Portugal kemur tað væl við, at Manchester United vongurin, Nani, er tøkur eftir ein minni snudd. Hann er saman við Cristiano Ronaldo leikararnir, ið skulu standa fyri framrættaða spælinum hjá Portugal.
Bólkur B
Holland Danmark 17:00
Týskland Portugal 19:45
1. Týskland 0
2. Holland 0
3. Portugal 0
4. Danmark 0









