Í Danmark samdust stjórnin og andstøðan í morgun um ein bankapakka afturat, tann 5. í røðini. Endamálið við pakkanum er at útvega smáum og meðalstórum fyritøkum betri fíggingarmøguleikar og at hjálpa landbúnaðinum, sum eisini hevur havt ilt við at fáa fígging frá peningastovnunum. Hetta seinasta verður gjørt við at stovna ein serligan banka, sum kann lata upp til tríggjar milliardir krónur í lánum.
Partarnir eru eisini vorðnir samdir um at játta 15 milliardir krónur til útflutningsfígging, samstundis sum Eksport Kredit Fonden fær minst 20 milliardir krónur afturat í útflutningstrygd.
Ole Sohn, vinnu- og vakstrarráðharri (myndin), sigur, at talan er um ein vakstrarpakka, tí málið er at fáa størri vøkstur í búskapin og at útvega arbeiðspláss.