Danmark: Drap og limaði mannin sundur

Ein eldri kvinna í Herlev er ákærd fyri at hava dripið og limað mannin sundur

Ein eldri kvinna í Herlev í Danmark er ákærd fyri at hava dripið og limað mannin sundur. Hetta skrivar Ritzau í dag. Politiið væntar, at morðið er hent í juli mánað í ár. 

 

 

Parið búði saman í einari íbúð í Herlev, har tað sigst, at konan hevur dripið og limað mannin sundur. Sagt verður, at kvinnan hevur goymt høvdið og annað beinið í frystaranum, meðan restin av kroppinum var goymdur úti í havanum. 

 

 

Kvinnan er til grundlógarhoyring í Glostrup í dag, hon noktar seg seka í málinum, men váttar, at maðurin er dripin.

 

- Tað er ymiskt, sum vit ikki kunna taka støðu til enn, sigur Bjørn Lund Madsen, málsverji, um ákæruna móti kvinnuni.