Danmark í dramatikki á Balkan

Við 31-28 sigri ímóti Slovenia hevur Danmark styrkt um møguleikan at røkka hálvfinaluni

Tað var hondbóltur á so høgum støði, sum tað yvirhøvur ber til at ímynda sær, tá ið Slovenia og Danmark í kvøld hittust í fyrsta dysti í miðumfarinum í EM endaspælinum í Kroatia.

Danmark var frammanfyri mest sum alla tíðina við einum og tveimum málum, og fram ímóti endanum øktist málmunurin onkra løtuna til fýra mál.

Úrslitið var 31-28.

 

Harvið er møguleikin hjá Slovenia at vinna seg í hálvfinaluna burtur. Slovenia hevur eitt stig, og eftir sigurin í kvøld hevur Danmark fýra stig. Sunnukvøldið skal Danmark spæla ímóti Týsklandi, sum eisini hevur fýra stig, og grannauppgerðin verður ógvuliga avgerandi fyri, hvat av hesum báðum londunum skal hava heiilt stóran møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Donsku bóltsnillingarnir í bakketuni Mikkel Hansen og Rasmus Lauge vóru framúr eyðsýndir, skjótu álopini riggaðu væl betri, enn tey hava gjørt undanfarnu ferðirnar, og í borðunum vóru tað Lasse Svan við ellivu málum og Casper U. Mortensen við sjey málum, sum skoraðu flestu málini.