Tær nógv umrøddu Muhammedstekningarnar hjá Jyllandspostinum eru vorðnar ein kleppur fyri Danmark og danir. Í Saudiarabia og fleiri øðrum londum í Miðeystri hava handlarnir tikið allar danskar vørur av hyllunum, tað sama hava apotekini gjørt við danskan heilivág, og danskir sølumenn eru álopnir á gøtuni. Í Irak verða kristnar kirkjur brendar og bumbaðar. Saudiarabia hevur tikið sín sendiharra úr Keypmannahavn, og Libya hevur stongt sína sendistovu har. Onnur lond sum Sýrialand, Jordan og Kuwait hava tikið líknandi stig.
Á Vestara Áarbakka løgdu illir palestinar Dannebrog niður á vegin or traðkaðu á tað, áðrenn teir settu eld á. Í Gaza-geiranum kravdu teir víðgongdu bólkarnir Islamskt Jihad og al-Aqsa Brigadurnar, at allir danir, sviar og norðmenn skulu fara haðani innan tvey ella trý samdøgur. Tað gjørdi, at danska uttanríkisráðið kendi seg noytt til at biðja danir í Miðeystri ansa sær.
Vantandi kunnleiki
Muslimarnir eru illir, tí Jyllandsposturin hevur háðað Muhammed profet við at avmynda hann sum yvirgangsmann við einari bumbu á høvdinum ella við svørði í hond. Sambært muslimsku læruni skal profeturin als ikki lýsast við tekningum, og tí verða tekningarnar hjá danska blaðnum mettar at ein háðan av muslimsku trúnni og øllum muslimum. Jyllandsposturin hevur sýtt fyri at biðja um umbering, tað vil danska stjórnin heldur ikki gera, og tí er muslimska vreiðin vend ímóti Danmark og dønum.
Flestu danir styðja Jyllandspostin og avgjørdu støðuna hjá stjórnini, sum skjóta seg inn undir danska pressufrælsið. Tí kom tað illa við, tá danski sendiharrin í Saudiarabia, Hans Klingenberg, segði sína hugsan í samrøðu við amerikonsku tíðindastovuna AP um vikuskiftið.
Eftir mínum tykki hevur Jyllandsposturin framt eit mistak orsakað av vantandi kunnleika um islamsku trúnna, segði sendiharrin. Orðini fullu ikki í góða jørð í Keypmannahavn, og talsmaðurin hjá Vinstra kvikaði sær at gera vart við, at sendiharrin var farin út um mark.
Milliardir í vanda
Millum donsku fyritøkurnar, sum nú verða boykottaðar í Miðeystri, eru Arla, Danfoss, Lego, Novo Nordisk og B&O. Arla, sum árliga selir mjólkarúrdráttir fyri fleiri milliardir krónur til lond í Miðeystri, er serliga meint rakt. Kunningarstjórin, Astrid Gade Nielsen, segði í gjár, at í løtuni kostar boykottið fyritøkuni einar 10 milliónir krónur um dagin, og at fyritøkan er útistongd á stórt sæð øllum marknaðinum í Miðeystri.
Stendur boykottið við, fer tað eisini at kosta arbeiðspláss í Danmark, tí summi virki hjá Arla gera bara vørur til marknaðin í Miðeystri. Í einari roynd at sissa fólk hevur Arla havt stórar lýsingar í saudiarabiskum bløðum, men til fánýtis.
Samstundis eru kreftir í Danmark farnir at mæla dønum til at boykotta handlar og kioskir, sum muslimar eiga. Danska útvarpið segði í gjár, at teir seinastu dagarnar hava nógvir danir fingið sms-boð við áheitan um at gevast at keypa í hesum handlum og kioskum.