Danmark bjóðar ferðafólkum vælkomnum aftur

15. juni sleppa ferðafólk úr Noregi, Íslandi og Týsklandi aftur til Danmarkar

Danmark fer nú at lata mørkini til nøkur av grannalondunum upp aftur. Mette Frederiksen, donsk forsætisráðfrú, hevur í skrivandi stund tíðindafund, har hon greiðir frá, hvussu latið verður upp í Danmark.

Markið til Noregs verður latið upp hin 15. juni. Eisini verður markið til Íslands og Týsklands latið upp tá.

Hetta er sama dagfesting, sum Føroyar fara at strikað sóttarhaldi og lata meira upp fyri ferðavinnuni.

Tó verða nakrar avmarkingar og fyrilit, sum ferðafólkini skulu taka, tá tey koma til Danmarkar. 

Arbeitt verður í løtuni við at lata markið til Svøríkis upp. Aftaná summarið verður eftir ætlan latið upp fyri fleiri europeiskum londum, harímillum Stórabretlandi.