Danmark: 25 % sluppu ikki inn til víðari lestur

23.342 umsøkjarar hava fingið at vita, at tey ikki eru upptikin til víðari lestur

Tað er í hesum døgum, at tey, ið hava søkt inn til víðari lestur í Danmark, fáa svar um upptøku. Harímillum eru nógvir føroyingar.


Fyri mong eru tað gleðiboð, ið bíða teimum, tá tey síggja svarið, meðan tað fyri onnur bíðar eini keðilig boð. Í ár eru tað 93.924 fólk, ið hava søkt inn til víðari lestur, men sambært Danmark Radio, so eru tað heili 23.342, tað vil siga 25 prosent, ið fáa at vita, at tey slett ikki eru upptikin til nakra útbúgving. 


DR skrivar, at helmingurin av teimum hava fingið noktandi boð, tí teirra miðaltal er ov lágt, meðan hin helmingurin ikki lúka krøvini ella hava tikið teirra umsókn aftur. 


Talan er um ein vøkstur av umsøkjarum, ið ikki sleppa inn á teirra ynsktu útbúgving. Í fjør var tað 24 prosent av umsøkjarunum, ið ikki sluppu inn. Sostatt er talan um ein vøkstur á eitt prosentstig.