Dánjal: Vit brenna ov illa

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Í ÍF halda teir seg hava eitt út av lagi vánaligt kappingarár

Í Fuglafirði er fótbóltslagið alt annað enn gott, og tað gjørdist ikki betur av, at ein 2-0 leiðsla ímóti FC Suðuroy suðuri í Vági vendist til eitt 2-5 tap. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu Rás2 hevur gjørt við Dánjal á Lakjuni, sum heldur, at hann og liðfelagarnir í ÍF brenna alt ov illa teir mongu málmøguleikarnar, sum teimum standa í boði. Ein søga, sum endurtók seg í dag.

 

Í Fuglafirði halda teir seg hava havt eitt miseydnað kappingarár við fáum útisigrum, og nógvum javnleikum, sum hava flutt ógvuliga lítið á stigatalvuni. 

 

(Mynd: if.fo)